Sjovarkommuna

Spurningar og svar

Her hava vit savnað nakrar av mest vanligu spurningunum, ið borgarar ivast í.
Finnur tú ikki svarið tú leitar eftir her, so set teg endiliga í samband við okkum.

Trýst á spurningin fyri at síggja svarið.

Um svarið ikki verður víst tá ið tú trýstir á spurningin kanst tú ístaðin trýsta
her.

Skalt tú flyta innan kommunumark, skalt tú boða frá á kommunuskrivstovuni.
Skalt tú flyta til Sjóvar kommunu úr øðrum landi, skalt tú boða okkum frá. Tú skalt upplýsa tað persóntal, ið tú hevði í landinum, tú flytir úr, eins og eitt møguligt føroykst persónstal. Eisini skal upplýsast, um tú ynskir at vera limur í fólkakirkjuni.
Tú skalt vísa samleikaprógv í sambandi við fráboðanina um flyting, sbr. við § 6, stk. 3 í kunngerðini um fólkayvirlit - pass og váttan um møguligt persónsnummar skulu verða víst fram.
Skalt tú flyta í aðra kommunu í Føroyum, skalt tú boða frá hjá tí kommununi, tú flytir til.
Skalt tú flyta til eitt Norðurland, skalt tú venda tær til kommununa í tilflytaralandinum og boða frá flytingini.
Skalt tú flyta til onnur lond enn Norðurlond, skalt tú boða kommunuskrivstovuni frá minst 5 dagar áðrenn flyting. Tú fært so flytipappír við tær, sum skulu latast fólkayvirlitinum í kommununi, tú flytir til.
Tú skalt sjálv/ur boða peningastovnum og posta frá flyting.
Landsfólkayvirlitið boðar Heilsutrygd og Taks frá.

Oyðubløð frá Landsfólkayvirlitinum finnur tú her http://www.us.fo/Default.aspx?ID=5518
Fyri at fáa pláss við bátabrúgvarnar á Selatrað, í Heygstøð, í Buldog, ella við Sjógv skal útfyllast umsóknarblað, sum fæst her. Kunning um bátastødd, eigara og ábyrgdara av bátinum, trygging o.a. praktiskir spurningar verða skrásettir í umsóknarblaðnum. Umsøkjarin fær skrivliga svar upp á umsóknina.
Bíðirøð er til bátaplássini á øllum støðum. Umsóknarblað finst her .
Tekniska nevnd tekur sær av øllum byggimálum í kommununi.
Øll bygging krevur loyvi, áðrenn byrjað verður. Umsóknir um byggiloyvi skulu vera dagfestar, hava navn og bústað hjá umsøkjara og matrikulnummarið, har byggjast skal.
Sjóvar kommuna hevur ein faldara, sum nágreiniliga sigur hvørjir upplýsingar eru neyðugir, áðrenn tú fært byggiloyvi.
Byggimál, har møgulig frávik eru frá byggisamtyktini, hava longri avgreiðslutíð enn vanlig byggimál, tí tey skulu til grannahoyring i minst 14 dagar.
Hevur tú eitt kommunalt grundstykki, er gjald fyri veg, kloakk og vatn íroknað grundstykkjaprísin. Er grundstykki privat, mást tú gjalda kr. 20.000 fyri íbinding í tað kommunalu kloakk og vatnleiðingina.
Les meira um krøv til byggiumsøknir
Fyri at fáa kommunalt grundstykki at byggja sethús á, skal umsókn sendast til Sjóvar kommunu. Yvirlit yvir hvørji grundstykkir eru tøk, sæst undir Bygging á heimasíðuni.
Nærri kunning um hetta fæst við at ringja til Sjóvar kommunu tlf. 47 27 27.
Kommunan hevur gjørt avtalu við Runavíkar kommunu um upptøku av leysgangandi hundum, boðaðst skal frá á politistøðini tlf. 47 14 48 les meira. Kunningarskriv um hetta finst undir "Tíðindi og kunning".
Er rotta at síggja, ella illgruni um rottu, so kann ringjast til arbeiðsformannin, sum umsitur rottugiftina, hann er at hitta á tlf. 23 27 23
Foreldur, ið hava børn á dagstovninum, kunnu søkja kommununa um frípláss. Umsóknarblað verður útfylt og latið sman við inntøkuupplýsingum fyri seinast farna skattaárið. Umsóknarblað fæst frá dagstovnaleiðaranum, ella her á heimasíðuni. Umsóknirnar verða avgreiddar á kommunuskrivstovuni. Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Foreldrini hava skyldu at boða barnaverndini frá, um broytingar í inntøkuviðurskiftunum. Foreldur at børnum við serligum tørvi, kunnu søkja um pedagogisk frípláss. Í tílíkum føri er barnaverndin tilmælandi, meðan Almannastovan tekur avgerðina.
læknavikarur tlf. 44 14 90. Telefontíð 8 - 9. Tíðarumbílegging: 9.30-11.30 Læknahølið á Strondum tlf. 47 27 50. Fax 47 27 51
Tað er Alma Brend, Klaksvík sum hevur teknað búmerkið hjá Sjóvar kommunu. Hon vann búmerkjakappingina, ið var í 1986. Hon vann bæði 1. og 2. virðisløn.
Boðað verður frá til gravaran, Jón L. Rasmussen, tlf. 23 27 26, so hann fær at vita nær jarðarferðin verður. Kommunan bjóðar líkbil um tit ynskja tað. Líkvognurin v/Maggi Olsen tlf. 22 52 27 / 44 79 62.
Møguleiki er at lána bygdahúsið til ervið. Ringjast kann á kommunuskrivstovuna at biðja um húsið. Reglugerðin fyri kirkjugarðar er annars eisini tøk her á síðuni.
Frá 1. januar 2007, kosta øll bátaplássini líka, óansæð stødd á báti - kr. 950,- fyri hálvárið, + mvg.
Frá 1. januar 2007, kostar tað kr. 130,- fyri fermeturin um árið.

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00