Barnagarður Lítlifløttur:
Mánadagin 6. november 2006 møttu børnini fyrstu ferð í nýggja barnagarðinum, sum kommunan hevur latið bygt norðan fyri Bygdahúsið á Strondum. Leiðari á Lítlafløtti er Sóleyð D. Joensen. Pláss er fyri 84 børnum
Fyrst í mai 2008, lat nýggj frítíðarstova upp. Frítíðarstovan er partur av Lítlafløtti, og stendur beint oman fyri bygdahúsið. Sostatt eru umstøðurnar viðv. barnaansing í Sjóvar kommunu sera góðar, bæði við hølum og uttanumøki.
Tað er P/f Fjarðahús, ið hevur smíðað báðar bygningarnar.
Lítlifløttur | 47 27 47 / 23 27 47 |
Fax | 47 27 48 |
T-postur | Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. |
egin heimasíða | www.litliflottur.fo |
Sóljustova | 47 27 40 / 23 27 40 |
Berjastova | 47 27 41 |
Liljustova | 47 27 42 / 23 27 42 |
Smærustova | 47 27 43 / 23 27 43 |
Mýristova | 47 27 44 / 23 27 44 |
Dáastova | 47 27 45 / 23 27 45 |
Áarstova | 47 27 46 |
Snjósóljan | 23 27 48 |
Frítíðarstovan | 47 27 49 / 23 27 49 |
Umsóknarblað til dagstovnin
Umsóknarblað til frípláss
Dagrøktarskipan:
Kommunan hevur síðani 1988 havt eina dagrøktarskipan. Henda skipanin bleiv niðurløgd, tá dagstovnurin bleiv tikin í nýtslu.
Forskúli var eisini í dagrøktarskipanini.
Dagrøktarbørn á spæliplássinum, sum er beint omanfyri kommunuskrivstovuna.
Frítíðarstova:
Kommunan byrjaði við frítíðarstovu fyri børn í 1. og 2. flokki eftir summarfrítíðina 2004. Frítíðarstovan heldur nú til á dagstovninum Lítlafløtti.
Foreldragjøld jan. 2014:
Gjald fyri eitt vøggustovubarn um mðr: heilan dag 2400 kr. og hálvan dag 1300 kr.
Gjald fyri eitt barnagarðsbarn um mðr: heilan dag 1950 kr. og hálvan dag 1050 kr.
Juli mánaður er gjaldfríur.
Gjald fyri eitt frítíðarstovubarn um mðr: 1150 kr. í 10 mánaðir
Frítíðarstovan er stongd tá skúlin er stongdur, tó kunnu børnini ansast í barnagarðinum fyri kr. 50 pr. dag.
Systkinaavsláttur:
Um fleiri systkin eru á stovninum, skal tað yngsta gjalda 100%, næsta barn 75%, triðja 50%, restin ókeypis.