Sjovarkommuna

Frítíðarkort

Fríðtíðarkortið

Sjóvar kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett 450 tkr. til eitt frítíðarkort til børn og ung ímillum 6 og 18 ár. Upphæddin á kortinum verður 2.000 kr.


Frítíðarkortið skal eftir ætlan nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboð. Kortið er persónligt, og fer at stuðla undir, at fleiri børn og ung fara luttaka í teimum ymisku tilboðunum, og samstundis geva vit ein fíggjarligan lætta hjá barnafamiljunum.

Vónandi fara okkara borgarar, ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi at taka væl ímóti hesum ætlanum, og fara at samstarva væl við okkum, tá ið neyðugar avtalur og treytir skulu setast fyri at tryggja dygdina í tilboðunum.

Sjóvar kommuna hevur samskifti við grannakommunurnar, sum eisini hava samtykt at seta hesa skipan í verk, og í næstum fara kommunurnar við Skálafjørðin at tosa saman um, hvussu vit skulu skipa tilboðið, serliga við atliti til at kunna nýta tilboð hjá hvørjum øðrum, og ætla vit ikki, at kommunumarkini skulu vera ein forðing fyri, hvar frítíðarkortið skal nýtast.

Vit kunna meira um skipanina seinni.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00