Sjovarkommuna

Lærarastørv í Stranda skúla

kopi af skulin 28.02.2011 008
Søkt verður eftir tveimum lærarum til skúlaárið 2019/2020




Lærarastørv í Stranda skúla

Tvey tíðaravmarkað størv verða lýst leys til setanar frá 30. septembur 2019 og restina av skúlaárinum 2019/20:

• Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í byrjanardeild umframt gentuítrótti í hádeild. Setanarbrotið er 0,8.
• Vegna niðursetta tíð og avlopstímar verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í støddfrøði í miðdeild og/ella hádeild umframt einstøkum lærugreinum í hádeild.

Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
• halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
• eru fúsir at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
• eru vanir at nýta teldil í undirvísingini

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum, Hans Petur Jacobsen, Strandatún 17, 490 Strendur, ella Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. september 2019 kl. 13.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fást við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

Í Stranda skúla eru 135 næmingar og 18 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00