Helgi aftur í Løgtingið

Helgi á val til løgtingsvalið 2019

Helgi Abrahamsen fekk 498 persónligar atkvøður á Sambandslistanum til Løgtingsvalið leygardagin.

Tískil hava strandingar aftur fingið eitt umboð í Løgtingið. Helgi var valdur sum nr. 3 á listanum hjá Sambandsflokkinum.

Vallutøkan á Strondum var 89,8 %, sum er tað hægsta til eitt Løgtingsval seinastu nógvu árini.

Sjóvar kommuna ynskir Helga hjartaliga til lukku við flotta valinum.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu býtið av atkvøðum fall á Strondum. Fleiri hagtøl frá valinum leygardagin síggjast her.

Úrslitið á Strondum til Løgtingsvalið leygardagin