Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nátar IRF

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.


Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

·         Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.

·         Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.

·         Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Upplatingartíðirnar síggjast her.


Fyribyrging av nátasjúku: 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.