Løgtingsvalið 31. august

folkatingsval201101
Atkvøtt verður í bygdahúsinum á Strondum

 



Atkvøtt verður í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á kommunuskrivstovuni, tlf. 47 27 27, í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 kl. 12.00.

Valkort
Valkort til løgtingsvalið eru send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 47 27 27, sum skjótast.


Sjóvar kommuna