Almenn svimjing byrjað aftur

Svimjihylurin

Í gjár, mánadagin 19. august, byrjaði almenna svimjingin aftur, eftir ein longri summarsteðg.


Svimjihylurin er í Stranda skúla og er 12 m x 7 m til støddar.

Almenn svimjing er hesar dagar:


Mánadag: (vanligur hiti 27 stig)

kl. 17.00 - 18.00 dreingir
kl. 18.00 - 19.00 gentur
kl. 19.00 - 21.00 kvinnur og menn

Mikudag: (vanligur hiti 30 stig)

kl. 16.00 - 17.00 familjur við pinkubørnum, í mesta lagi upp til fimm ár
kl. 17.00 - 18.30 familjur við børnum undir skúlaaldur
kl. 18.30 - 20.00 familjur við børnum í skúlaaldri
kl. 20.00 - 21.00 kvinnur og menn

Leygardag: (vanligur hiti 28-29 stig)

kl.09.00 - 10.00 vaksin
kl.10.00 - 12.00 familjusvimjing


Svimjihylurin er tó ikki opin í feriutíð (fylgir skúlafrítíðini)


Prísir:


Børn (frá 0 ár til og við 7. fl.): 10 kr.
Vaksin (frá 8 fl. og uppeftir):   20 kr.


Hylurin er annars til leigu, fyri 300 kr. um tíman, eftir nærri avtalu við Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730 ella Eyð Jacobsen, tlf. 274478.