12 børn byrjaðu í 1. flokki í dag

69141741 939060519767749 5517027539165380608 n

Í dag byrjaði skúlin aftur eftir eina langa summarfrítíð. Fyri 12 børn var hetta ein heilt serstakur dagur, tí hetta var teirra allar fyrsti skúladagur.


Skúlastjórin, Hans Petur, bjóðaði teimum vælkomnum í skúlan, og saman við lærarunum, ið koma at undirvísa hesum fittu børnum, var skipað fyri einari hugnaligari løtu fyri børnunum og foreldrum teirra.

Nakrar myndir av fittu næmingunum eru at síggja í myndasavninum.