Pensiónistafelagið útferð til Sandoyar

20190718 1135341

Pensónistafelagið fer útferð til Sandoyar mikudagin 31. juli 2019.

Farið verður stundisliga frá Pensiónistahúsinum kl. 08.30 við bussi til Gomlurætt, har ið siglt verður kl. 09.45.

Vit fáa ferðaleiðara í Skopun, sum koyrir við okkum og sigur frá. Vit vitja í bygdunum Skálavík, Sandur, Húsavík og Skopun.

Vit eta døgurða + kaffi í Húsavík.

Verða heima um 18-tíðina.

Túrurin kostar kr. 200, sum skal gjaldast í bussinum við fráferð.


Vinarliga sigið frá í seinasta lagi 24. juli hjá:

Sigrun tlf: 212450

Marjun tlf: 273137

Signar tlf: 261912

Samson tlf: 747786

Jóhan Karl tlf: 448386


Pensionistafelagið