Stórt barnatiltak á Fjarðastevnuni

Barnatiltak Fjarðastevnan 2019

Hugnaligt barnatiltak verður í morgin, 5. juli kl. 17.30-20.00, við Lítlafløtt í samband við Fjarðastevnuna.

Har vera hoppiborgir, gullgraving, gladiatorbummur, andlitsmáling, sápublørður og nógv annað spennandi.

Kostnaður 50 kr. pr. barn.