Hugnakvøld í bygdahúsinum

Sjóvar Kommuna 06.09.2018 Lág góðska 103

Í morgin, fríggjakvøldið 5. juli á Fjarðastevnuni, verður hugnakvøld í bygdahúsinum. Vit byrja við at spæla Gekk kl. 19.30. Aftaná verður quiz, tónleikaframførsla, hugleiðingar og felagssangur.

Tey sum ikki hava hug at spæla Gekk í bygdahúsinum eru vælkomin út í bygdahúsið, tá Gekkurin er liðugur.


Tíverri ber ikki til hjá Jónvár Jovanovic at syngja til hugnakvøldið, men vit verða ikki snýtt fyri eina tónleikaframførslu. Ístaðin koma systkini Kirstin Olsen, Bodil Olsen og Markus Olsen at syngja fyri okkum.


Eisini verða hugleiðingar um "Góðar løtur í StÍF" á skránni. Tey sum hugleiða: Karin E. Hansen, Óluva N. Djurhuus, Poli J. Hansen og Artur Johansen.


Kaffi og køkur vera til keyps.

Kostnaður 100 kr.