Hugnaligt Bindiklubbakvøld - Fjarðastevnan 2019

Bindiklubbakvøld mynd

Í samband við Fjarðastevnuna 2019, verður hugnaligt bindiklubbakvøld týsdagin 2. juli kl. 19:30 í skúlanum á Strondum.


Tað verða Elin og Siri, umboð fyri Snælduna, sum koma at vísa hvussu ein bindur ymisk mynstur. Minnist til at hava tógv og 5 stokkar við (umleið nr. 4-5). Snældan letur uppskriftir og 20%, av allari vøru, vikuna út (undantikið møttlar og vørur, ið longu eru uppá tilboð).

Klædnahandilin Insito kemur at hava mótasýning og letur 20% av vøru í handlinum 1 viku fram.

Gávukort verða burturlutaði millum luttakararnar.

Kostnaður er 100 kr. íroknað kaffi/te og bindiklubbakøkur.

Tiltakið er ikki bert fyri bindiklubbar, men eru einstaklingar eisini hjartaliga vælkomnir.

Tilmelding fer fram á Facebook innan mánadagin 1. juli kl. 16:00 hjá:

·       Janneth Heinesen ella á tlf. 265150

·       Paula Berg Høgnesen ella á tlf. 791190.


Vælkomin.


Fjarðastevnan á Strondum