Ítróttardagur í Stranda skúla

65273490 671596086601670 6262191518774198272 n

Í dag, fríggjadagin 21. juni 2019, skipaði Stranda skúli fyri afturvendandi árliga ítróttardegnum.

Meðan framhaldsdeildin er til próvtøku, er vanliga tímatalvan hjá barnadeildini skipað eitt sindur øðrvísi.

Í dag sluppu næmingarnir at røra seg. Teir vórðu skipaðir tvørturum floksmørk í bólkar, sum síðani skuldu dystast móti hvør øðrum í ymsum ítróttarligum kappingum.

Aftaná ítróttarvirksemið vórðu grillirnar tendraðar, áðrenn úrslitini av kappingunum vórðu kunngjørd.

Myndir frá ítróttardegnum eru at síggja í myndasavninum.