Garðdagur á Lítlafløtti

Garðdagur á Lítlafløtti

Í gjár, týsdagin 4. juni, var garðdagur á Lítlafløtti.

Garðdagur er ein dagur, har børnini á Lítlafløtti saman við familju og starvsfólki røkja um garðin rundan um Lítlafløtt.

Byrjað var kl. 16.00 við bollum og kakao, og síðani gekk leiðin út í garðin at arbeiða.

Foreldraráðið hevði, saman við leiðsluni á Lítlafløtti, nógvar ymiskar uppgávur til øll møtt foreldur. Uppgávurnar vóra m.a. arbeiði við mold, timburarbeiði, seymiverkstova, viðlíkahaldsarbeiði o.a.

Kl. 19.00 vóru øll bjóðaði innaftur til ein góðan døgverðabita.

Sera nógv foreldur møttu til garðdagin, og nógv kom burturúr, sum okkara børn vónandi fáa nógva gleði av frameftir. 

Myndir frá garðdegnum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Lítlafløtti.