Pilates flutt inn - Útivikan 2019

Pilates

Í morgin kl. 10.00 verður pilates fyri konufólk á skránni í útivikuni.

Tiltakið skuldi verða í skúlagarðinum á Strondum, men er nú flutt inn í fimleikarhøllina í Stranda skúla.

Tey, sum eiga eina máttu at gera øvilsir á, kunnu taka hana við. Tey, sum ikki eiga, fáa máttu í skúlanum.

Vónandi møta nógvar kvinnur til tiltakið.

Tiltakið er ókeypis.