Upphiting til steypadystin í Gøtu

Skála ítróttarfelag 1. liðið

Í samband við steypadystin í Gøtu í dag, eru øll vælkomin at samlast við høllina á Skála, áleið kl. 16.45 til upphiting áðrenn dystin. Ætlanin er so at koyra avstað í felag uml. kl. 17 til Sarpugerð. 


Heitt verður á fólk um at vera í orange klæðum, um tey hava nøkur, og gjarna hava grýtulok ella okkurt at trumma á, so vit kunnu hoyrast.

Møguleiki verður at keypa blusir fyri 30,- kr, turriklæði ella húgvu fyri 150,- kr.


Um onkur manglar fart til Gøtu, ber nokk til at fáa fart frá høllini.


Møti fjølment, so vit kunnu hjálpa til við at skriva søgu, og vera við til at bera “okkara lið” til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli í septembur.


Skála Ítróttarfelag