Gongutúrur í økinum við tunnilsmunnan - Útivikan 2019

Arbeiðsøkið rundan um tunnilsmunnan

Í dag, mikudagin 22. mai kl. 18.00, verður skipað fyri gongutúri í økinum við tunnilsmunnan.

Gongutúrurin byrjar við Sjóvar kirkju, og harfrá verður gingið yvir til arbeiðsøki við tunnilsmunnan, har umboð frá NCC kemur at greiða frá, hvussu tunnilsarbeiðið gongur fyri seg.

Kunna verður eisini um ætlanir hjá Sjóvar kommunu við økinum rundan um tunnilsmunnan, umframt at staðbundnir strandingar hugleiða um stóru broytingarnar í økinum seinastu 40 árini.

Aftaná verður drekkamuður í kirkjuhúsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin við.