Sjovarkommuna

Strandingar bjóða hvørjum øðrum til døgurða

Døgurða
Vilja samansjóða familjur


Í missiónshúsinum á Strondum eru tey farin undir eitt nýtt og forvitnisligt tiltak, fyri at samansjóða familjurnar í meinigheitini. Tað verður gjørt, við at familjur bjóða øðrum familjum til at eta døgurða saman.

– Hugskotið er komið úr Danmark, har tað verður kallað ‘fællesspisning’, sigur Ann Thomsen, sum saman við Sigrid Olsen hevur tikið stig til hetta nýggja tiltakið.

“Vit halda, at tørvurin er her, tí tað er so stutt, vit eru saman til dømis á møti sunnudagar, og nú á døgum vitja vit hvør annan minni og minni. Vit halda eisini, at tað er sera umráðandi at taka hond um familjuna, tí nógvar familjur fara sundur.”

Lýst varð við hesum tiltakinum nakrar ferðir í missiónshúsinum, og heitt varð á fólk um at tekna seg, um tey vóru áhugað.

– Tólv familjur teknaðu seg. Tær eru so býttar upp í fýra bólkar, tríggjar í hvørjum bólki. Familjurnar er ymiskar í stødd, og fleiri børn eru eisini við. Vit hava sett 12 fólk sum hægsta mark í hvørjum bólki, sigur Ann.

Hon sigur, at ætlanin er, at familjurnar hittast til døgurða einaferð hjá hvørjari familju, og so er umfarið liðugt. Familjurnar gera sjálvar av, hvussu langt skal vera í millum, at tær hittast. Byrjað varð í oktober og ætlanin er, at tað skal vera komið runt síðst í januar.  Ann sigur, at tey hava lagt dent á, at tað skal vera púra ‘vanligur’ matur, borðreitt verður við, og ikki nøkur kapping um, hvør kann gera ‘flottasta’ døgurðan.

– Hetta er ein roynd, og um hetta eydnast væl, er ætlanin at gera nýggjar bólkar. Og tá kunnu onnur koma við, sum ikki vóru við hesaferð. Hetta gera vit, so at tað ikki altíð eru tey somu, sum hittast, og fyri at sleppa undan at tað gerast ‘bólkar’ í meinigheitini, sigur Ann. Hon leggur afturat, at tá hetta fyrsta umfarið er liðugt, fara tey at tosa við familjurnar og gera eina eftirmeting av tiltakinum.

kelda: www.trubodin.fo

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00