Sjovarkommuna

Skarva av skúlaverkætlan


Grein, sum stóð í Dimmalætting í
gjár.

kelda: www.dimma.fo

Strandingar skarva av skúlaverkætlan
Shim
Shim
 
Shim
Shim Shim
  Arkitektarnir, sum hava gjørt uppskotið til útbyggingarnar av Stranda skúla, hava skarvað av uppskotinum, so arbeiðið kann gerast bíligari enn upprunaliga ætlað. Nú er tað upp til kommununa at gera av, um farast skal undir arbeiðið Tekning: Fuglø Arkitektar
Shim
- Vit hava undir verandi umstøðum ikki ráð til ta stóru verkætlanina. Hon er so kostnaðarmikil, at so hongur tað ikki saman fíggjarliga hjá okkum, og nýggja kommunustýrið hevur ongar ætlanir um at spenna kommununa so hart, at vit einki annað kunnu gera.
Tað sigur Artur Johansen, borgarstjóri á Strondum, tá vit spyrja hann, um kommunustýrið er komið til nakra niðurstøðu viðvíkjandi ætlaðu skúlaútbyggingini í bygdini.
Fyri einum góðum mánað síðan, skrivaði Dimmalætting, at Sjóvar kommuna bíðaði eftir fígging, men tað ger hon ikki longur. Fíggingin er upp á pláss, sigur borgarstjórin, sum leggur afturat, at nú verður verkætlanin gjøgnumgingin einaferð afturat.

Fleiri leysir endar
Artur Johansen sigur, at tað ikki bara er ein orsøk til, at kommunan ikki er farin undir skúlaútbyggingina. Tilboðini upp á arbeiðið vórðu latin upp í november mánað, og undir vanligum umstøðum skuldi arbeiðið verið byrjað um ársskiftið.
Men nýggja kommunustýrið, sum tók við á nýggjárinum, vildi vissa sær, at tað var fíggjarliga forsvarligt at fara undir hesa verkætlan, sum svarar til næstan eina álíkning hjá kommununi og tí er rættiliga stór.
- Fíggingin var tann eini parturin, men vit vita framvegis ikki, hvat hendir við skúlabørnunum á Skála. Í løtuni ganga tey í framhaldsskúla á Strondum, men tað er ikki óhugsandi, at tey fara út til Runavíkar eftir summarfrítíðina, tí tey hoyra jú til Runavíkar kommunu, sigur Artur Johansen.
Fara tey tað, er útbyggingartørvurin á Strondum ikki so stórur, sum hann annars hevði verið, um skálabørn hildu fram á Strondum.
- Tað mugu vit hava upp á pláss, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin um hesa verkætlanina, sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu.

Annar tørvur eisini
Ein annar “trupulleiki” við skúlaútbyggingarverkætlanini er, at tað eru fleiri aðrar ætlanir og annar tørvur í kommununi. Róð hevur verið framundir, at kommunan skal byggja eitt eldrasambýlið, millum annað av tí at hesin aldursbólkurin hevur verið fyri vanbýti hesi seinastu árini.
Eisini hevur kommunan fleiri bygningar, sum skulu haldast við líka og so skal havnin hava altjóða góðkenning. Alt nakað sum kostar pengar, sum kommunan ikki hevur, um farið verður undir at byggja skúlan út fyri 22 milliónir krónur, staðfestir Artur Johansen.
- Ein so stór verkætlan avmarkar okkum rættiliga nógv, og tað eru vit ikki sinnað til. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at vit eru farin at ganga ígjøgnum skúlaverkætlanina av nýggjum, sigur hann.

Arbeiðstakararnir bíða
Men arbeiðir kommunan ikki undir einum ávísum trýsti frá teimum byggifyritøkum, sum standa til at fáa arbeiðið at gera skúlan? Og hevur kommunan ikki skyldu til at gera av, um nakað skal gerast við skúlan ella einki?
- Tað er eingin ivi um, at vit mugu gera nakað við skúlan, tí støðan sum hon er nú er ikki haldbær. Vit leiga hølir í bygdini, og tað er ikki nøktandi. Men vit mugu fyrst finna út av, hvussu nógv vit mugu gera, ella hvussu dýrt tað nýtist at vera, sigur Artur Johansen.
Hvat tilboðsgevarunum viðvíkur, so hevur kommunan enn nakrar dagar at taka støðu, tí hon kundi útseta málið til 60 arbeiðsdagar eftir at tilboðini vórðu latin upp. Tann freistin fer seinast í hesum mánaðinum.
- Bygdaráðið hevur fund tann 23. februar, og tá er málið á skránni. Hvør avgerð verður tikin tá veit eg ikki, sigur borgarstjórin á Strondum.
Kommunan hevur gjørt nakrar metingar um, hvussu nógv hon klárar at byggja fyri, og tann útrokningin vísir, at kostar arbeiðið um 15 milliónir krónur, so hongur roknistykkið saman. Men tað inniber nakrar sparingar. Hvørjar?
- Í tí stóra snýr tað seg um at kjallarahæddin verður spard burtur, tí har er rættiliga fitt at spara, sigur Artur Johansen.
Niðurstøðan er tí, at strandingar – og byggifyritøkurnar, sum hava givið tilboð upp á arbeiðið – mugu brynja seg við tolið, áðrenn greitt verður, hvussu endaliga skúlaútbyggingarverkætlanin á Strondum fer at síggja út.

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00