Sjovarkommuna

Eysturoyar Vinnulívsfelag


Vinnan í Eysturoynni stendur saman



Eysturoyar Vinnulívsfelag fingið nýggja nevnd og víðkar virksemið

Allar vinnufyritøkur og virki í Eysturoy hava aftur
møguleika at gerast limur í einum virknum vinnulívsfelag.
Eysturoyar Vinnulívsfelag varð stovnað í 2002,
men virksemið hevur verið sera avmarkað seinastu tvey árini.
Á eykaaðalfundi í januar í ár, bleiv nýggj nevnd vald,
og avgerð tikin um at fáa eitt meira skipað virksemi í aftur felagið.
Hesir vóru valdir í nevndina: Rodmundur Nielsen, form.,
Eyðun Hansen, Regin Jacobsen, Eli Lassen
og Jónsvein Knudsen.
Eykalimir eru Bergur Poulsen og Haldur Vang.

Nevndin heldur, at tørvur er á einum virknum vinnulívsfelag
í Eysturoynni, tí í oynni er nógv og fjølbroytt vinnulív.
Endamálið við Eysturoyar Vinnulívsfelag er at geva
vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga,
og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.
Ætlanin er at skipa fyri nøkrum árligum tiltøkum fyri limir.
Umframt aðalfundin, ið verður hildin á Skála 25. februar,
verður skipað fyri einum sonevndum VinnuTingi í mars mánaða.
Hetta er eitt forum, har vinnulívsfólk í Eysturoy hittast ein fríggjadag
til prát og ein lítlan fyrilestur um eitthvørt viðkomandi aktuelt evni.
Í mai verður árligi Vinnufundurin fyriskipaður, sum hevur verið
høvuðstiltakið hjá felagnum, síðan tað varð stovnað í 2002.
Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna
við nøkrum áhugaverdum fyrilestrahaldarum.
Harumframt fer felagið at senda kunningarskriv út til limirnar
við jøvnum millumbili.

Nýggir limir vælkomnir
Rodmundur Nielsen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag,
sigur, at allar fyritøkur í Eysturoynni eru vælkomnar
at tekna seg sum lim í felagnum.
Jú fleiri ynskja at gerast limur, tess sterkari og fjølbroyttari verður felagið.



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00