Sjovarkommuna

Alzheimersdagurin 21. september

alzheimer
Í samband við altjóða Alzheimerdagin, verður skipað fyri ymsum tiltøkum kring landið.

Da Aage forsvandt

Mánakvøldið 18. september kl 19 verður tiltak í læraraskúlahøllini á Frælsinum. Tá fer Rita Knudsen at hava framløguna “Da Aage forsvandt,” har hon sigur frá um støðuna sum avvarðandi hjá einum, sum er raktur av demens. Ritu og Aage kenna vit frá sendingum á TV2 “Da Aage forsvandt” og “Rita og Aages sidste dans.” Rita og Aage vórðu gift, tá Aage fekk staðfest demens og Rita sigur frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum persóni við demens. Um øll tey torføru valini og avgerðirnar og hvussu hon hevur roynt at klára avbjóðingarnar. Hon er erlig og sigur tingini, sum tey eru. Framløgan varir umleið 2 tímar. Ein lítil steðgur verður við kaffi og smákakum og aftaná er møguleiki at seta Ritu spurningar. Rita hevur eisini útgivið bókina “Da Aage forsvandt,” sum fæst til keyps hetta kvøldið.

Gudstænastur kring alt landið
Alzheimerdagin, hósdagin tann 21. september kl. 14:00, verða gudstænastur í seks kirkjum kring landið:

• Christianskirkjan í Klaksvík – Hanus á Gørðum, prestur
• Glyvra kirkja – Meinhard Bjartalíð, prestur
• Vestmanna kirkja – Marjun Kálvalíð, prestuur
• Vesturkirkjan í Havn – Heri Joensen, prestur
• Sands kirkja – Jákup Reinert Hansen, prestur
• Tvøroyrar kirkja – Jóhan Mortan Mortensen, prestur

Í fjør var skipað fyri gudstænastu Alzheimerdagin í Vesturkirkjuni. Nógv fólk vóru í kirkju og var tað sera hugnaligt og væleydnað.
Í samband við gudstænasturnar verður eisini sangur og tónleikur. Vit vóna at síggja mong av tykkum, sum eru á røktarheimum, sambýlum og dagtilhaldum og annars øll, sum eru rakt av sjúkuni og at vit fáa eina hugnaliga løtu saman Alzheimerdagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar.

Onnur tiltøk verða eisini í samband við Alzheimerdagin og Kringvarpið fer at hava sendingar Alzheimervikuna bæði í útvarpið og sjónvarpið.

Vinaliga

Malan Mohr, forkvinna
Alzheimerfelagið


Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Musikkskúlin

musikkskúli

Fylg byggingi av íbúðunum

20171027 7592

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00