Sjovarkommuna

Fundarskipan



Fundarskipan fyri Sjóvar kommunu 2017-2021

Fundir kommunustýrisins

§ 1, 1. petti. Fundir kommunustýrisins eru almennir. Kommunustýrið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

2. petti Uttan so at kommunustýrið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri tilskilaðu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum: 
1. Mál, har mett skal verða um persónlig viðurskifti.
2. Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.
3. Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum.

3. petti Kommunustýrið ger á fundi av, um mál skal viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av limunum krevur tað. 

4. petti Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, skulu helst avgreiðast fyrst. 
§ 2 Øll hava atgongd til almennu fundir kommunustýrisins. Órógvar áhoyrari, ella sýnir hann ikki sømiligan atburð, kann borgarstjórin vísa honum ella um neyðugt øllum áhoyrarum út úr fundarsalinum. Borgarstjórin kann bíleggja sessir til umboð fyri fjølmiðlum. 
§ 3 Kommunustýrislimir hava skyldu at møta á kommunustýrisfundum. Ber ikki til hjá kommunustýrislimi at koma á fund, boðar hann borgarstjóranum frá áðrenn fundurin byrjar. Á hvørjum fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir vóru til staðar, nær limir koma.
Noyðist kommunustýrislimur at fara av fundi, skal hann boða borgarstjóranum frá, og verður ført í gerðabókina, nær limur fer.    


Fundarskrá  
§ 4, 1 petti Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum kommunustýrislimi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan, at vanligur fundur skal verða. 
2. petti Um limur í seinasta lagi 8 dagar frammanundan vanligum fundi skrivliga hevur biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna.  

Innlit
§ 5, 1. petti Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við møguligum tilmæli. Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal - um slíkt ikki longu er sent limunum - vera til taks á kommunuskrivstovuni í minst 3 gerandisdagar frammanundan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera til skjals. 
2. petti Samstundis sum boðað verður til eykakommunustýrisfund, letur borgarstjórin í so stóran mun tað er gjørligt kommunustýrislimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.

Viðtøkuføri
§ 6 Kommunustýrið er viðtøkuført tá ið í minsta lagi helvtin av kommunustýrislimunum eru á fundi.  

Fundarleiðsla
§ 7, 1. petti: Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin leiðir kommunustýrisfundirnar og ansar eftir, at teir fara sømiliga fram. Hann ger av, hvussu teir spurningar, atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.
2. petti: Borgarstjórin spyr, áðrenn orðaskifti byrjar, um nevndarformaður/frásøgumaður biður um orðið og gevur annars kommunustýrislimunum orðið í teirri raðfylgju, teir hava biðið um. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna.
3. petti: Hvør kommunustýrislimur eigur at lýða avgerðir borgarstjórans tá ið tað snýr seg um at halda neyðugt fundarskil. Er ein kommunustýrislimur tvær ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann kommunustýrið eftir uppskoti frá borgarstjóranum nokta honum at fáa orðið aftur á fundinum. 
4. petti: Um so er, at kommunustýrislimur ikki ger eftir boðum borgarstjórans, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur borgarstjórin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt slíta fundin.
5. petti: Øll uppskot, sum koma fram undir orðaskiftinum, verða stílað til borgarstjóran.
6. petti: Borgarstjórin kann lata kommunustýrið avgera mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.  

Framløga av málum
§ 8, 1. petti: Borgarstjórin ger av í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger kommunustýrið av í hvørji raðfylgju málini skulu verða viðgjørd tá minst tríggir kommunustýrislimir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi. 2. petti: Tá ið fundur byrjar kann kommunustýrislimur biðja um orðið um fundarskránna, og seta fram uppskot um mál á fundarskránni skulu viðgerast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum.

§ 9, 1. petti: Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, uttan so at annað er ásett í lóggávuni, ella kommunustýrið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt tvær ferðir. Ársfíggjarætlan kommununnar skal tó verða viðgjørd á tveimum fundum.
2. petti: Við 1. viðgerð verður bert atkvøtt um málið skal fara til 2. viðgerð. Kommunustýrislimur hevur rætt til at siga sína hugsan um eitt mál áðrenn kommunustýrið tekur avgerð um, at tað skal fara til 2. viðgerð. Millum 1. og 2. viðgerð skulu ganga í minsta lagi 24 tímar. Millum 1. og 2. viðgerð av ársfíggjarætlanini skulu tó ganga í minsta lagi 14 dagar.
3. petti: Tá ið eitt mál verður viðgjørt tvær ferðir, skulu skjølini, ið hoyra til málið - aftaná 1. viðgerð - um tað er møguligt, verða løgd til eftirlit fyri limirnar. 


Nevndarviðgerð
§ 10, 1. petti Heldur kommunustýrið, at eitt mál eigur at verða kannað av serstakari nevnd áðrenn kommunustýrið tekur endaliga avgerð, verður slík nevnd vald við so mongum limum, sum kommunustýrið heldur hóska í hvørjum einstøkum føri.
2. petti: Nevndin, ið sjálv skipar seg við formanni, skal handa borgarstjóranum skrivað álit, og ger hesin kommunustýrislimirnar kunnugar við álitið samsvarandi reglunum í grein 4. 
3. petti: Kommunustýrið kann gera av at senda eitt mál, ið ikki hoyrir undir málsøkið hjá ávísari nevnd, til viðgerðar í eini av teim føstu nevndunum. 

Gegni
§ 11, 1. petti Um viðurskiftini eru so, at ivi kann vera um gegni (habilitetin) hjá einum kommunustýrislimi, skal hann siga kommunustýrinum frá hesum. Eisini kann ein kommunustýrislimur reisa spurningin um gegni hjá øðrum kommunustýrislimi.
2. petti: Kommunustýrið ger við atkvøðugreiðslu av, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum kommunustýrislimi, at hann ikki eigur at taka lut í málsviðgerðini. Um so er, at kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, skal limur fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt og avgreitt.
3. petti: Er líkt til, at kommunustýrið tekur avgerð um, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimurin fær fundarboð. 
4. petti: Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kann málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teimum møttu kommunusýrislimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.

Atkvøðugeiðsla broygingar- og eykabroytingaruppskot
§ 12 Kommunustýrislimir kunnu bert taka lut í atkvøðugreiðslum kommunustýrisins um teir persónliga eru til staðar meðan hesar fara fram.
§ 13, 1. petti: Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at kommunusýrislimirnir reisa seg úr sæti, tá til ber. Er atkvøðugreiðslan eftir borgarstjórans tykki ógreið, letur hann kommunustýrislimir atkvøða av nýggjum. Borgarstjórin ella í minsta lagi tríggir kommunustýrislimir kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli. 
2. petti: Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøður fyri. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið felt.
3. petti: Heldur borgarstjórin, at allir kommunustýrislimir eru samdir, kann hann gera kommunustýrinum kunnugt, at málið er samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Mælir kommunustýrislimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla. 
4. petti: Skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram við atkvøðuseðlum, ið borgarstjórin útflýggjar.
5. petti: Kommunustýrislimur kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.
6. petti: Avgerð, sum kommunustýrið hevur tikið, kann ikki á sama fundi verða broytt, uttan so, at allir kommunustýrislimir, ið vóru á fundi, tá avgerðin varð tikin, eru samdir um hetta.  

§ 14, 1. petti: Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða framløgd um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað. Ikki er neyðugt at seta fram ella taka fyrivarni viðvíkjandi slíkum uppskotum undir 1. viðgerð av einum máli, sum skal verða viðgjørt 2 ferðir, sbr. tó 5. petti.
2. petti: Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið hvørt eftir annað. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingunum. Fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur. Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður. 
3. petti: Í málum, sum skulu verða viðgjørd tvær ferðir, kann kommunstýrið gera av at seta eina tíðarfreist fyri broytingaruppskotum og eftir umstøðunum eisini eykabroytingaruppskotum. Um so er, kunnu slík ikki verða sett fram, aftan á at freisin er farin, uttan so at kommunustýrið við atkvøðumeiriluta gevur sítt samtykki hesum viðvíkjandi.
4. petti: Um kommunustýrislimir ikki eru kunnaðir um broytingar- og eykabroytingaruppskot, áðrenn tey koma til 2. viðgerð, greiðir borgarstjórin frá uppskotinum beinanvegin, orðaskiftið byrjar, sí 14,1.
5. petti: Áðrenn atkvøðugreiðsla í einum máli er byrjað, kunnu uppskot um val av nevnd og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd ella til víðari viðgerð í eini nevnd verða framløgd. Verður slíkt uppskot lagt fram aftaná at orðaskiftið í málinum er byrjað, verður tað slitið, og ger kommunustýrið av um málið skal fara til nevndarviðgerð.  

Meirilutaval
§ 15, 1. petti Tá ið kommunustýrið skal velja eitt umboð ella ein lim í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum. 
2. petti: Við meirilutavali verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum, er valt. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.

Lutfalsval
§ 16, 1. petti: Tá ið kommunustýrið skal velja tveir ella fleiri limir í nevndir, stjórnir ella tílík, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.
2. petti: Við lutfalsvali verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbók, og at teir vilja atkvøða saman. 
3. petti: Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3, o.s.fr.. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
4. petti: Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
5. petti: Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
6. petti: Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir pettunum 1-3.    

Starvssetan
§ 17 Kommunustýrið setir fólk í starv og sigur fólk úr starvi. Tá fólk verður sett í starv hjá kommununi, skal kommunustýrið hava tilmæli frá viðkomandi nevnd. Starvsfólk á dagstovninum Lítlafløtti verða sett í starv og søgd úr starvi av einum setanarbólki við dagstovnaleiðaranum, varaleiðaranum, álitisfólkinum og formanninum ella øðrum umboði í trivnaðarnevndini. Undantikið hesum er leiðarin og varaleiðarin á stovninum, sum verða sett og søgd úr starvi av kommunustýrinum.

Gerðabókin o.a.
§ 18, 1. petti: Avgerðir kommunustýrisins verða á fundinum skrivaðar í gerðabókina av kommunustjóranum ella fundarskrivaranum. Borgarstjórin sigur, hvat skrivast skal. 
2. petti: Kommunustýrislimur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina. Snýr tað seg um mál, ið skulu sendast til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndugleikin verður kunnaður um, hvat skrivað er í gerðabókina. Ynskir avvarðandi kommunustýrislimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran sum so setir eina tíðarfreist fyri, nær skrivið skal avhendast.
3. petti: Í gerðabókina verður nágreiniliga endurgivið, hvussu atkvøðugreiðslan í hvørjum máli sær fór fram, og hvørjir limir atkvøddu fyri ella ímóti ella ikki greiddu atkvøðu. 
4. petti: Tá ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av kommunustýrslimunum. sum hava verið á fundinum. Kommunustýrislimirnir kunnu ikki við at vísa til atkvøðugreiðslu sína ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.

Viðvíkjandi fatan av hesi fundarskipan
§. 19 Kommunusýrislimirnir hava skyldu til fyribils at halda seg til avgerð borgarstjórans viðvíkjandi spurningum um, hvussu tað, ið ásett er í hesi fundarskipan, skal skiljast. Málið kann tó leggjast fyri kommunustýrið á næsta fundi. 

Broytingar í fundarskipanini
§ 20 Henda fundarskipan kemur í gildi beinanvegin.  Broytingar og uppískoyti til fundarskipanina skulu verða viðgjørd á tveimum regluligum kommunustýrisfundum.

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170831 7501

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00