Sjovarkommuna

Skúlastýrisval 11. nov. 2008

_E_NO_IMAGE
Skúlastýrisval og kommunustýrisval
verða sama dag.
Samb. fólkaskúlalógini skal skúlastýrisvalið
framyvir fylgja kommunustýrisvalinum.

í seinasta lagi 18. oktobur skal valevnislistin vera
gjørdur, og týsdagin 4. nov. skulu listarnir vera
valnevndini í hendi.

Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann,
sum hevur foreldramynduleikan yvir barni, sum er
skrivað inn í skúlan.

Foreldur, sum hava avtalað felags foreldramyndugleika
skulu vátta, at avtalan er fráboðað Ríkisumboðnum.

Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla,
hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytir í.

Foreldur at barni, sum í styttri enn eitt skúlaár er í øðrum
skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.

Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum
foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava
foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.

Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur
ikki skyldu til at lata seg stilla upp.

Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan
skylduni at taka við valinum, um serlig persónlig viðurskifti
tala fyri tí.

Atkvøðugreiðslan verður í Bygdahúsinum á Strondum týsdagin
11. nov. 2008 frá kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00, ella so
leingi veljarar møta uttan steðg.

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00