Sjovarkommuna

Sjóvar kommuna fer í søguna

Heðin MortensenArtur
kommunusamanlegging 1. sep.




Tíðindaskriv

Síðani fólkaatkvøða um kommunusamanlegging var hildin hin 3. mai 2012, hava Sjóvar og Tórshavnar kommunur verið í samráðingum um kommunusamanlegging.

Sum tit helst minnast, var samanleggingin við kommununar um Skálafjørðin av ongum, og Artur Johansen, borgarstjóri, setti seg tá beinanvegin í samband við Tórshavnar kommunu um samanlegging. Tá vistu vit ikki um tunnilin fór at vera veruleiki, og samráðingarnar hava verið merktar av hesum. Men nú er gongd komin á arbeiðið, og avgjørt er, at kommunurnar leggja saman 1. sep. í ár.

Grundin til, at samanleggingin verður longu 1. sep., er, at kommunuval verður í nov., og hvørki Artur ella Heðin ætla at stilla upp aftur, so tað hevur skund at leggja saman, so teir báðir sleppa at seta síni fingramerki á nýggju kommununa.


Heðin Mortensen verður borgarstjóri í samanløgdu kommununi og Artur Johansen verður varaborgarstjóri. Umsitingarnar vera í fyrstu syftu ikki fluttar, men tá nýggja ráðhúsið, sum skal byggjast á Lághálsum, er liðugt, verður umsitingin savnað á Strondum.

Artur Johansen hevði annars ætlað, at hann skuldi vera borgarstjóri í samanløgdu kommununi, men Heðin Mortensen fekk – um mann so kann siga – fatur í longra endan tá Hvítanesfólk gjørdu vrøvl um innkoyringina til Skálafjarðartunnilin. Kommunustýrið í Sjóvar kommunu gjørdi av at slaka í hesum spurningi, og Heðin Mortensen fekk borgarstjórasessin, treytað av, at innkoyringin ikki verður flutt.

Allir smálutir eru ikki komnir upp á pláss enn, men kommunustýrini bæði fundast tíðliga og seint fyri at fáa allar avtalur í lag innan 1. sep. Summi ting eru tó komin upp á pláss, eitt nú verður ætlaða bingjuhavnin, sum skuldi gerast við Havnar skansa, í staðin løgd við Sjógv á Strondum. Hetta meta kommunustýrini vera besta loysnin, bæði tí at so skal grótið, sum kemur úr Skálafjarðartunnlinum ikki flytast so langt tí tað verður vippað á sjógv beint uttan fyri tunnilsmunnan, og eisini tí at mett verður, at tað ikki missprýðir umráðið við Sjógv líka nógv sum við Havnar skansa.


Sum sagt halda samráðingarnar fram til alt er komið upp á pláss, og verður kunnað so hvørt  her á heimasíðuni.


Navna- og búmerkjakapping um, hvussu samanlagda kommunan skal eita, verður útskrivað ein av fyrstu døgunum.


Strendur 01.04.2016
Sjóvar kommuna og Tórshavnar kommuna

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00