Sjovarkommuna

Altjóða Down Syndrom dagur

bláar negl
í dag verður ljós varpað á tey, sum hava Down Syndrom





Altjóða Down Syndrom dagur


 
21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Í 2011 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Hetta er fjórða árið at dagurin verður nýttur til at varpa ljós á Down Syndrom her heima, skrivar Javni í tíðindaskrivi.

Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur.
 

- Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin skipa í ár fyri einum almennum og ókeypis tiltaki í Reinsaríðnum í Havn. Edna Skaale fer at hugleiða, vit fara at syngja við orðum og teknum, og klovnurin BUBU kemur á vitjan. Umframt hetta, bjóða vit ein drekkamunn og okkurt gott afturvið, upplýsa fyriskipararnir.

Av tí at dagurin liggur í páskafrítíðini hjá skúlunum vóna tey, at nógvar barnafamiljur, eins væl og onnur leggja sær leiðina framvið Reinsarínum.

Fyriskipararnir upplýsa víðari, at tað aðrastaðni í heiminum verður brúkt at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum er soleiðis hátta, at tað ber illa til  at vísa hosur herheima í mars, so tí hava tey avgjørt, at blátt neglalakk skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum. Tey vilja við bláa neglalakkinum undirstrika, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið.


Tiltakið á Reinsarínum er ókeypis, og fyriskipararnir gleða seg til at fáa nógv fólk á gátt millum klokkan 14 og 17 í dag.



SKRÁ:

Kl. 14:30 Edna Skaale hugleiðir

Kl. 15:00 Klovnurin BUBU kemur á vitjan


kelda: www.portal.fo

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00