Sjovarkommuna

Barnaverndarstovan lýsir eftir fosturforeldrum

Fosturforeldur
Framvegis tørvur á fosturforeldrum






Barnaverndarstova Føroya sóknast eftir familjum, sum vilja taka á seg at verða fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár.

At vera fostur- og umlættingarforeldur kann vera ein stór avbjóðing, men tað ger eisini gerandisdagin ríkari. Við at lata heimið upp fyri einum barni og geva tí tryggleika og umsorgan, kunnu fosturforeldrini gleðast um at síggja tað vaksa og mennast.

Tað er Fosturforeldraskipanin, ið góðkennir øll fosturforeldur, og sum veitir teimum ráðgeving og stuðul í mun til uppgávuna. Eisini er tað Fosturforeldraskipanin, sum ásetir samsýningina í hvørjum einstøkum føri.

Áhugaði verða biðin um at venda sær til Barnaverndarstovuna, tlf. 302480, ella við at senda ein teldupost til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Fleiri upplýsingar um Fosturforeldraskipanina eru at finna á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya: www.bvs.fo.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00