Sjovarkommuna

Kunnandi fundur um Eysturoyartunnilin

fundur í BH 14.03.2016
nógv fólk var á fundi í gjárkvøldið (mynd: Helgi Abrahamsen)



Eysturoyartunnilin: Byrja at grava Eysturoyarmegin í dag
Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt á Hvítanesi við vegnum til Eystoyroyartunnilin, og ætlanin er at byrja at grava á Strondum í dag. Tað kom fram á kunnandi fundi í bygdahúsinum á Strondum í gjárkvøldið.
Teitur Samuelsen stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar segði seg vóna, at tey kunnu byrja at borða í heyst, men hann viðgekk samstundis, at talan er um eina tepra tíðarætlan.
”Vit hava eina lóg at arbeiða eftir, og hon leggur trýst á tíðarætlanina, tí sambært lógini skal byrjast uppá Sandoyartunnilin í 2018,” segði Teitur Samuelsen.


Rætta løtan
Viðvíkjandi fígging segði Teitur Samuelsen, at løtan nú er tann rætta at fáa hana uppá pláss.
”Rentan er í løtuni sera lág, og tað hevur stóran týdning fyri tíðina tað tekur at rinda lánini aftur,” segði hann. Teitur nevndi, at um rentan hevði verið á sama støði nú, sum hon var í 2008, so hevði afturgjaldingartíðin verið dupult so long sum hon er við verandi rentustøði.

Sjáldsom planta, sum eingin visti um
Nógv fólk vóru komin saman í bygdahúsinum í gjárkvøldið, og fundarfólkið nýtti høvið at seta nógvar spurningar. Millum annað varð spurt hvat gerast skuldi við grótið sum kemur úr tunlinum, og eisini varð spurt um ristingar tá sprongt verður o.s.fr.
Tað sum kanska vakti størst undran var, at umboð fyri tunnilsfelagið søgdu, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið boð um, at atlit skulu takast til eina serliga plantu, sum veksur tætt við tunnilsmunnan við Sjógv, og sum annars ikki veksur nakra aðrastaðni í Føroyum.
Eingin av fundarluttakarunum segði seg nakrantíð hava hoyrt um hesa plantu áður.

kelda: www.nordlysid.fo

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00