Sjovarkommuna

Uppmátingargrundarlag til Eysturoyartunnilin

rundkoyring á Strondum feb. 2016
Umhvørvisstovan hevur mátað fixpunkt til Eysturoyartunnilin



Hetta er sjálvt grundarlagið undir øllum øðrum uppmátingum í sambandi við undirsjóvartunnilin.

Neyvleikin av uppmátingunum hevur stóran týdning í teknisku fyrireikingunum til Eysturoyartunnilin. Tí varð heitt á kortdeildina á Umhvørvisstovuni um at máta seks sonevnd fixpunkt, sum verða grundarlag undir restini av uppmátingunum til undirsjóvartunnilin. Tvey fixpunkt eru mátað við hvønn tunnilsmunna: Á Hvítanesi, Strondum og í Runavík. Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión og eini kendari hædd yvir havyvirflatuni, roknað sum miðal vatnstøða í mun til flóð og fjøru.

Seinastu árini hevur Umhvørvisstovan miðvíst arbeitt við at gera uppmátingargrundarlagið í Føroyum betri. Uppmátingin til Eysturoyartunnilin er gjørd við 4 gps’arum, sum standa og máta í fleiri tímar í øllum punktunum. Úrslitið er fixpunkt við millimetur neyvleika, og soleiðis verður tryggjað, at øll fixpunktini við tunnilsmunnarnar samsvara. Umhvørvisstovan mátar bert fixpunktini, meðan onnur taka sær av uppmátingini í sjálvum tunlinum.

Tá slíkar uppmátingar áður hava verið gjørdar í sambandi við aðra tunnilsgerð, er uppmátingin gjørd í koordinarskipanini FK89 (Føroyskir koordinatar 1989). Ein trupulleiki við hesi skipan hevur verið, at koordinatarnir og hæddirnar í FK89 ikki hava samsvarað serliga væl. Síðan 2008 hevur verið arbeitt við eini nýggjari koordinatskipan á altjóða støði, sum kallast FOTM (FOroyar Transversal Merkator). Eysturoyartunnilin verður fyrsti tunnil, har tað burturav verður arbeitt í nýggju koordinatskipanini.

kelda: www.us.fo


rundkoyring á Hvítanesi feb. 2016
rundkoyring og tunnilsmunni á Hvítanesi

rundkoyring á Saltnesi feb. 2016
rundkoyring og tunnilsmunni á Saltnesi

rundkoyring á Strondum feb. 2016
rundkoyring og tunnilsmunni á Strondum

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00