Sjovarkommuna

Bindiklubbur kann annað enn at binda

Grannakaffi2
grannakaffi verður aftur í ár hjá Ásbjørg




Eins og nógvar føroyskar kvinnur gongur Anna E. Joensen á Strondum í bindiklubba. Tær eru átta kvinnur, ið møtast regluliga og tá ið tær hoyrdu um Grannakaffi tiltakið í fjør,
gjørdu tær av, at tær vildu verða vertir fyri einum Grannakaffi tiltaki á Strondum.
Tær eru tríggjar, ið hava mist mannin til krabbamein og motivatiónin til at gera eitthvørt munagott fyri at savna pening inn til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum er tí stór.
 

Tann í bindiklubbanum, ið átti rúmligastu húsini bjóðaði seg fram at halda Grannakaffi heima hjá sær, og annars bakaðu tær eina skuffukøku hvør, gjørdu kaffi og stóðu fyri øllum fyrireikingum sjálvar.
Í grannalagnum búgva eisini tvær kvinnur, sum duga so væl at syngja og hesar framførdu tveir sangir, men annars var lagt upp til prát og hugna afturvið einum drekkamunni.
Grannakaffi hjá bindiklubbanum varð lýst á heimasíðuni hjá Sjóvar Kommunu og nógv fólk komu á gátt, heili 80 gestir vitjaðu bindiklubban.
Serliga glað var Anna at síggja, at fleiri menn vóru komnir við, tí hesir hava annars lindi at setast aftur til samkomur av slíkum slag.
 

Bindiklubbin á Strondum ætlar sær aftur í ár at skipa fyri Grannakaffi, men enn er ikki avgerð tikin um tær gera ein morgunmat hesaferð ístaðin.
“Vit siga bara tað sama sum  Miss Sophie í 90 ára føðingardegnum: Same procedure as last year James” sigur Anna og leggur afturat:
“Hetta er ein ómakaleysur máti at savna pening inn til eitt gott endamál, og vit ímynda okkum, at Grannakaffi hjá okkum í bindiklubbanum á Strondum verður eitt afturvendandi tiltak”.

kelda: www.krabbamein.fo

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00