Sjovarkommuna

Søkt verður eftir arbeiðsfólki

Handymand

at byrja sum skjótast



Fulltíðarstarv leyst at søkja

Søkt verður efti arbeiðsfólki at byrja 1. mars 2016, ella so skjótt sum til ber

Arbeiðsstaðurin er Sjóvar kommuna.
Tann, ið settur verður fær ávís ábyrgdarøki, og kemur at arbeiða í toymi, sum hevur alt fyrifallandi arbeiði, so sum vatn, kloakk, fríðkan, kirkjugarðar, vetrarhald av vegum og viðlíkahald av bygningum hjá kommununi.

Vit vænta, at tú:
•    sært teg sjálvan sum ein týðandi part av øllum arbeiði hjá Sjóvar kommunu
•    dugir bæði at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt
•    ert røkin, kveikjandi og stuðlandi í tínum arbeiði
•    sært týdningin av støðugt at menna teg sjálvan, og tolir broytingar
•    virkar fyri at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi

Útbúgving og førleikar:
Ynskiligt er, at tú hevur handverkaraútbúgving, men tað er ikki ein treyt

Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag

Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. februar 2016, kl. 12:00

Sjóvar kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella ongan at seta.

Umsóknin skal sendast til:
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella sum teldubræv til: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Tummas Johannesen, tekniskan leiðara,
á tlf. nr. 23 27 20

Í Sjóvar kommunu leggja vit dent á at veita okkara borgarum eina skjóta og dygdargóða tænastu, og at tryggja rættindi og skyldur í dagligum samskifti við kommunal samstørv og landsmyndugleikan.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00