Sjovarkommuna

Nýggjur sáttmáli við Pedagogfelagið

pedagogsáttmáli

Lønin hækkar 2% tann 1. oktober 2015, og 1,88% tann 1. oktober 2016

 


Nýggjur sáttmáli við Pedagogfelagið

Tað eydnaðist í dag pørtunum at koma til sættis í sáttmálasamráðingum millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Føroya Pedagogfelag hinumegin samráðingarborðið. Karmurin er hin sami, sum er galdandi fyri aðrar sáttmálar, ið gjørdir eru í seinastuni.

Lønin hækkar 2% tann 1. oktober 2015, og 1,88% tann 1. oktober 2016.

Sambært nýggja sáttmálanum byrja hjálparfólk hjá kommunum á stig 2, og ikki sum higartil, á stig 1.

Endastigið hjá pedagogum á dagstovnaøkinum hækkar úr stig 18 upp í stig 19. Endalønin verður sostatt tann sama hjá pedagogum  á dagstovnum, sum hjá teimum, ið starvast á bústovnum.

Hjálparfólk hava ikki fingið eftirlønargjald fyrstu 12 mánaðirnar, tey hava verið í starvi. Hendan avmarkingin er nú strikað.

Semja er gjørd um samsýning fyri starvslæruna hjá teimum námsfrøðilesandi, so tey aftur sleppa í starvsvenjing. Henda samsýning hækkar úr kr. 20,14 um tíman til kr. 28,90. Eisini hækka samsýningarnar fyri samrøðutímarnar. Samsýningarnar eru nú knýttar av lønini hjá pedagogum, og tær verða tí frameftir dagførdar í mun til hana, um ikki annað verður avtalað.

Haraftrat hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið avtalað at seta fleiri arbeiðsbólkar, ið skulu kanna almenna lønarlagið, endurskoða avtaluna um fráfaringaraldurin hjá tænastumonnunnum, seta niður samstarvsráð, arbeiða við samanskriving av sáttmálum partanna millum, gera arbeiðstíðarreglur fyri kommunala sáttmálaøkið, serliga fyri ungdómsklubbar,  eins og at arbeiða við førleikamenning.

kelda: www.kf.fo

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00