Sjovarkommuna

Sambinding

Sambinding mynd

á bókasavninum við Løkin, hóskvøldið 14. januar

 

Sambinding – nýggjur altjóða bindiklubbi

Hóskvøldið 14. januar byrjar eitt nýtt tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Talan er um ein serligan bindiklubba, sum hevur fingið heitið Sambinding.

Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Altjóða bindiklubbin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Eysturoy at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman. Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við. Ætlanin er at hittast aðruhvørja viku.

Fyrsta bindiklubbakvøld verður hósdagin 14. januar 2016 kl. 19.30 til 21.30. Møguliga verður ein annar dagur valdur framyvir. Hetta fyrsta kvøldið fer David Im, integratiónssamskipari á útlendingastovuni, eisini at greiða frá um viðurskiftini hjá innflytarum í Føroyum. Og sjálvsagt verður góður drekkamuður á borðinum.

Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum í hesum sambandi samstarvar við kvinnur á Skálafjørðinum og Bókasavnið við Løkin í Runavík.

Til ber at tekna seg til bindiklubban á facebook, har bólkur og tiltak eru stovnaði við heitinum: Sambinding – altjóða bindiklubbi við Løkin. Hetta kann vera snilt fyri at fáa kunning og høvi at samskifta millum kvøldini, men tað er annars ikki neyðugt við tilmelding fyri at luttaka, og tað er heldur ikki neyðugt at møta hvørja ferð. Á tann hátt er hetta ein óbindandi bindiklubbi, átakið er heldur ætlað sum ein afturvendandi  opin bindikafé. Tað er ókeypis at luttaka í altjóða bindiklubbanum Sambinding, og fyriskipararnir vóna at undirtøkan verður góð.

Bókasavnið við Løkin.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00