Sjovarkommuna

Menninir vunnu á H71

H71 17.12.1537
Glaðir menn eftir dystin, sum endaði 22-21 til St.Í.F

 

H71, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár, tapti móti okkara monnum í spennandi dysti
í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið.

Ikki vóru nógv, ið undan dystinum væntaðu, at Stíf fór at fara heimaftur á Strendur við tveimum stigum,
og so mikið størri var gleðin, tá dómararnir eftir 60 min. floytaðu dystin av, og Stíf hevði vunnið við einum máli.

 

Jn.fo segði frá dystinum á heimasíðuni www.jn.fo:

H71 fær í kvøld vitjan av StÍF, dysturin byrjar klokkan 19:30. Tað ber til at fylgja dystinum við beinleiðis tekstafrásøgn á JN.fo.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hofgaard, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Petur Krogh, Jónas Djurhuus, Tróndur Arge og  Jens á Skipagøtu.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Petur Sivertsen og Bartal D. Andreassen.

StÍF: Isak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Leivur Justinussen, Pætur Ó. Joensen, Dævid Danielsen, Petur Johansen, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Eli Gærdum, Borgar M. Persen, Jógvan G. Joensen, Rani Funn, Arnhold Berg og Marius Joensen.

Bonkur: Pole J. Hansen, Levi Nybo, Niels Rósing Hansen.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

 

 

Hesir byrja inni í fyrra hálvleiki:

H71: Ári, Tróndur, Mark, Jónas, Peter, Hans Kári og Helgi.

StÍF: Eli, Teitur, Kjartan, Sveinur, Borgar, Marius og Pætur.

 

1. min. So er dysturin settur í gongd. Málverjarnir hava tikið hvør sítt skot.

2. min. Tróndur skorar fyrsta málið í dystinum, eftir flott uppspæl frá Hans Kára.

3. min. Pætur Ó. javnar fyri StÍF, støðan er 1-1.

4. min. Jónas skorar fyri H71, og er støðan nú 2-1.

5. min. Sveinur javnar til 2-2, tað gjørdi hann eftir uppstilling eftir tríggjar metrar. Pætur Ó. hevur lagt StÍF á odda 2-3.

6. min. Brotskast til H71, tað tekur Peter sær av, og javnar til 3-3.

7. min. Marius setur H71 verjuna av, og skorar til 3-4. Tóraldur er nú í málinum hjá H71.

8. min. Nú er StÍF á odda við tveimum, Kjartan skorar til 3-5.

9. min. Nú eru trý mál á muni, Kjartan skorar aftur, og er støðan nú 3-6.

10. min. Eitt kanón skot frá Peter, sum minkar um munin til 4-6.

11. min. Góð bjarging frá Eli.

12. min. Nú er Johan í málinum hjá H71. Eitt sera flott mál frá Kjartan, sum skorar til 4-7. H71 tekur time-out.

13. min. Sveinur fær í skjótálop, Peter tekur hann væl, og Sveinur fær 3. metrarkast.

14. min. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Jóhan ger eina góða bjarging, tá ið hann tekur ein 100% møguleika frá Teiti.

15. min. Brotskast til H71, og Borgar verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 5-7.

16. min. Nú er Ári aftur í H71 málinum. Sigmundur N. minkar um munin til 6-7.

17. min. StÍF tekur time-out. Sigmundur N. skorar aftur, og nú er javnleikur 7-7.

19. min. So er H71 aftur á odda, Mark skorar til 9-8 eftir skjótálop.

20. min. Ein sera góð bjarging frá Ára.

21. min. Isak bjargar.

22. min. Peter ger álopsfeil. Kjartan javnar til 9-9.

24. min. Kjartan verður mansvardur nú. Pætur J. hevur lagt StÍF á odda, støðan er 9-10.

25. min. Sigmundur N. javnar til 10-10.

26. min. Ísak tekur ein 100% møguleika frá Helga, Helgi verður sendur í skjótálop, men Isak klárar at seta seg á bóltin.

27. min. Kjartan leggur StÍF á odda 10-11.

28. min. So er StÍF á odda við tveimum, Pætur Ó. skorar til 10-12.

30. min. So eru trý mál á muni, Kjartan skorar til 10-13.

Hálvleikur: Liðini byrjaðu sera javnt, men ein lítla løtu tók StÍF yvir og komu á odda við trimum málum.
H71 tók tá time-out, og løtu seinni var aftur javnleikur, síðani fylgdust liðini til 10-10. Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk StÍF aftur nøkur mál, meðan H71 einki fekk.
Hálvleiksstøðan er 10-13 til StÍF.

 

Hesir byrja inni í seinna hálvleiki:

H71: Tóraldur, Andor, Hans Kári, Sigmundur D., Peter, Mark og Tróndur.

StÍF: Isak, Pætur Ó., Sveinur, Pætur J., Kjartan, Teitur og Marius.


31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Sigmundur D. minkar um munin til 11-13.

32. min. Sveinur skorar fyri StÍF, støðan er 11-14.

33. min. Isak tekur eitt skot frá Andor.

34. min. Isak bjargar einum skjótálopið hjá Peter. Pætur J. skorar til 11-15. Peter minkar um munin til 12-15.

35. min. Tóraldur og Isak taka hvør sítt skot.

36. min. So eru aftur fýra mál á muni, Borgar skorar til 12-16.

38. min. Mark minkar um munin til 13-16.

40. min. Sigmundur N. vinnur H71 eitt brotskast, og Kjartan verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter tekur sær av brotskastinum, men Isak stórbjargar.

41. min. Nú eru tvey mál á muni, Peter minkar um munin til 14-16.

42. min. Pætur Ó. skorar til 14-17.

43. min. Kjartan fer haltandi av vøllinum. So eru fýra mál á muni aftur, Sveinur skorar til 14-18.

44. min. Brotskast til H71, tað tekur Jónas sær av, og minkar um munin til 15-18.

45. min. Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter verður mansvardur í løtuni.

48. min. StÍF tekur time-out.

49. min. So eru tvey mál á muni, Mark skorar til 16-18. Brotskast til H71, Sveinur verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 17-18.

51. min. Pætur J. skorar fyri StÍF, støðan er 17-19. Isak bjargar.

52. min. Jónas verður vístur 2. min. av vøllinum. So er StÍF á odda við trimum, Sveinur skorar til 17-20.

53. min. Jógvan lobbar bóltin uppum Jóhan, og skorar til 17-21. H71 tekur time-out.

54. min. Pætur T. minkar um munin fyri H71, støðan er 18-21.

55. min. Brotskast til StÍF, og Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum. Kjartan tekur sær av brotskastinum, og skorar til 18-22. Pætur T. minkar um munin fyri H71, støðan er 19-22.

56. min. Brotskast til H71, og Sveinur verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas skorar uppá brotskasti, støðan er 20-22.

57. min. H71 hevur ovstóran skund, og ger feil í álopinum.

58. min. Isak bjargar. H71 fær bóltin aftur, men Tróndur rakar ikki málið.

59. min. Pætur J. fer haltandi av vøllinum. Isak bjargar aftur.

60. min. Ári bjargar. Ári bjargar aftur. Brotskast til H71. Marius og Kjartan vera útvístir. Jónas skorar uppá brotskasti, støðan er 21-22.

Liðugt:
StÍF var á odda 10-13 í hálvleikinum, teir byrjaðu seinna hálvleik betur enn H71, og komu á odda 12-16.
H71 royndi at berja seg innaftur í dystin, men StÍF spældi lang álop, sum tók ferðina úr dystinum. StÍF vann 21-22 á H71.

 

Málskjúttar:

H71: Jónas 5, Peter 5, Sigmundur N. 3, Mark 3, Pætur 2, Sigmundur D. 1, Helgi 1, Tróndur 1.

StÍF: Kjartan 6, Pætur Ó. 5, Sveinur 5, Pætur J. 2, Borgar 2, Jógvan 1 og Marius 1.



nógvar myndir, sum jn.fo hevur tikið, eru á myndasavninum

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00