Sjovarkommuna

Kommunufelagið átalar viðgerðina um eftirløn

eftirløn
villeiðandi lýsing av fíggjarligu avleiðingunum, sigur Kommunufelagið

 


Kommunufelagið hevur á stýrisfundi fríggjadagin 11. desember 2015 viðgjørt tingmálini nr. 38 og 42, Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Lækking av bundna inngjaldinum og kærumøguleikar) og Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, (Hækking av inn- og útgjaldi).


Stýrið í Kommunufelagnum átalar, at:

1) uppskotini ikki lýsa fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar á nøktandi hátt

2) landsstýrið við hesum uppskotum broytir fíggjarligu fyritreytirnar, sum vóru avtalaðar í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum uttan at nýggj avtala verður gjørd við kommunurnar um broyttar fíggjarligar fyritreytir

Sambært viðmerkingunum til uppskotini tykjast tey í fyrstu atløgu ikki at hava øktar útreiðslur fyri kommunurnar við sær.
Við at hækka inngjaldið í samhaldsfasta, verður tikið sum givið, at kommunurnar fáa ein meirinntøku á 15 mió. kr. Hinvegin verður mett, at kommunurnar fáa eitt vet minni orsakað av, at bundna inngjaldið til eftirløn verður verandi 2%
og ikki sum ætlað økist til 3 % í 2016. Kommunufelagið metir, at hetta er ein villeiðandi lýsing av fíggjarligu avleiðingum fyri kommunurnar.

Fyri tað fyrsta missa kommunurnar omanfyri 16 mió.kr., nú bundna inngjaldið til eftirløn verður verandi 2%. Ein upphædd, sum var ætlað at fíggja vaksandi útreiðslurnar á eldraøkinum.
Gaman í verður ein partur fingin innaftur umvegis vanliga kommunuskattin, men talan verður ikki um 16 mió. kr.

Sambært viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 42 fáa kommunurnar eina meirinntøku á 15 mió. kr. Hinvegin verður ikki nevnt við einum orði, at komunurnar sum arbeiðsgevari fáa eina meirútreiðslu á 6 mió. kr.
orsakað av, at gjaldið í samhaldsfasta veksur við ½ prosenti. Kommunufelagið fer tí at heita á fíggjarnevndina og Fíggjarmálaráðið um at fáa neyðugu tølini til vega, sum lýsa veruligu fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar.

Kommunufelagið og undanfarna landsstýrið gjørdu eina avtalu um, hvussu eldraøkið komandi árini skuldi fíggjast. Hóast hendan avtala ongantíð varð undirskrivað, so var semja um,
at øll forskattingin av pensjónum skuldi flytast kommununum sum partur av fíggingarleistinum á eldraøkinum. Grundleggjandi fyrimunurin við hesum partinum av fíggingini var,
at forskattingin av pensjónum, eins og fíggjartørvurin á eldraøkinum, fór at vaksa komandi 15 árini, tí lógarfesta bundna uppsparingin fór at vaksa upp í 15 % fram til 2028.

Nú eldraøkið hevur verið kommunalt í minni enn eitt ár, so ætlar landsstýrið longu at broyta ein grundleggjandi part av fíggingini av eldraøkinum.

Stýrið í Kommunufelagnum kann ikki góðtaka, at fyriliggjandi uppskot úr Fíggjarmálaráðnum ikki neyvt lýsa fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar, og í øðrum lagi kann felagið ikki góðtaka,
at grundleggjandi fyritreytirnar fyri fíggingini av eldraøkinum nú verða broyttar uttan at samráðingar hava verið um eitt eins haldgott alternativ.

kelda:www.vp.fo

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00