Sjovarkommuna

Tendrið eitt ljós fyri mannarættindunum

OK mørke stearinlys flamme
Í dag er altjóða mannarættindadagur

 

Og í tí sambandi varpar Amnesty International ljós á dagin og á at skriva brøv fyri at leggja trýst á stjórnir, ið bróta mannarættindini.

ST-yvirlýsingin um universell mannarættindi varð undirskrivað 10. desembur 1948. Øll limalondini í ST bundu seg til at verja og virða nøkur grundleggjandi rættindi uttan mun til politiskar, mentanarligar og átrúnaðarligar kringumstøður.

- Á altjóða mannarættindadegnum í dag, tann 10. desember, standa bjørtu vónirnar frá 1948 í skugganum av einum veruleika, sum seinnu árini er vorðin alsamt daprari.
Kríggið í Sýria, søguliga stóri flóttafólkastreymurin og blóðugu álopini í París mynda tíðindaflutningin, men kring allan heimin verða minnilutar forfylgdir dag og dagliga,
og triðja hvør kvinna undir sólini hevur verið fyri harðskapi onkuntíð í sínum lívi, skrivar Amnesty International Føroya deild í dag, sum heitir á fólk um at markera altjóða mannarættindadagin á ein hvønn hátt.
Sjálvur hevur felagsskapurin samtykt, at høvuðsátøkini hjá felagsskapinum næstu árini verða at verja rættindini hjá fólkum í krígsraktum økjum, og at verja sonevndar  ”mannarættindaverjar”,
sum í gerandisdegnum arbeiða fyri grundleggjandi rættindum sum t.d. talufrælsið og rættartrygd.

kelda: www.in.fo

 

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00