Sjovarkommuna

Kommunal roknskaparskipan


Fíggjarleiðarar á fundi við Fíggjarmálaráðið
um nýggjan kontostrong

Sum kunnugt hevur Fíggjarmálaráðið yvirtikið fíggjarligu ásetingarnar í kommunustýrislógini. Soleiðis er tað nú Fíggjarmálaráðið, sum hevur eftirlitið við roknskaparhaldinum hjá kommununum og ásetur eisini tey krøv, sum verða stillaði á hesum øki.

Í seinastu viku vóru fíggjarleiðararnir í limakommununum hjá Føroya Kommunufelag á fundi við Fíggjarmálaráðið um nýggja kontoskipan fyri kommunurnar.

Tað var Terji Petersen, fulltrúi, sum segði frá um nýggja kontostrongin og kunnaði annars um, hvussu allar kommunurnar í framtíðini skulu raportera sín roknskap elektroniskt til landið. Fíggjarætlanin fyri 2009 verður gjørd eftir hesum nýggju reglum, og síðani skulu kommunurnar rapportera roknskapartølini mánaða fyri mánaða frá januar 2009.

Við hesum hátti skal tað verða lættari, at fáa røtt tøl fyri landsbúskapin, og fyri kommunurnar gevur hetta møguleikar at samanbera sín búskap við aðrar kommunur. Við tíðini verður roknað við, at borgarin fær atgongd til kommununnar roknskapartøl í hesi skipan.

kelda: Føroya Kommunufelag

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00