Sjovarkommuna

Tað er nú morsnigilin skal drepast!!



Sambært heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni
er tað nú morsnigilin fer at gera um seg. Dorete Bloch, leiðari á djórasavninum hjá Umhvørvisstovuni, mælir fólki, ið koma fram á morsnigil, til at týna hann í stundini.

Tann fyrsti morsnigilin í ár varð sæddur 5. mars. Men síðan hevur verið so mikið kalt í veðrinum, at ikki fyrr enn nú fyrst í apríl eru fleiri at síggja.
Til tess at halda talinum á morsnigli niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki-kynsbúni sniglarnir koma fram. Tí verða teir makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari, um einki verður gjørt beinanvegin.

Skal bardagin móti morsniglinum muna, eigur alt grannalagið at fylkjast og beina fyri honum.

Ráðini frá Doretu Block til at basa sniglinum eru millum annað:
- brúki sniglafelli, egni við keks, øli ella súreplaflusi, leggi út sniglaeitur, jarnsulfat, ið ikki er eitrandi fyri fugl ella hópast upp í natúruni, ella takið teir allar upp og koyrið teir í kókandi vatn.

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00