Sjovarkommuna

At skriva stíl við teldu

_E_NO_IMAGE

Stranda skúli var fyrsti skúli, sum brúkti teldu til próvtøkur. Tað er blivið alt meira vanligt, at teldan er eitt natúrligt amboð í undirvísingini, og er hetta óivað eisini ætlanin hjá skúlamyndugleikunum. Stranda skúli hevur eins og aðrir skúlar gjørt stórar íløgur í teldutøkni, og skal henda kostnaðarmikla útgerð koma næmingunum til góða, eiga teir ikki bert at nýta hana í vanligu undirvísingini, men eisini til próvtøkuna, tí teir flestu stílarnir, sum næmingarnir skriva heima, verða skrivaði við teldu, og sendir læraranum við telduposti.

Stranda skúli hevur nú í mong ár givið næmingunum tann møguleika at brúka teldu til próvtøkuna í stíl. Skúlin byrjaði longu í 2001, tá søkt var um loyvi at brúka teldu. Mentamálaráðið gjørdi av, at Stranda skúli skuldi royna hetta, og skúlin skuldi so samstundis vera ein royndarskúli á hesum øki. Í mong ár hevur Stranda skúli verið einasti skúli í landinum, sum hevur givið næmingunum henda møguleika. Nú eru tó nakrir aðrir skúlar eisini farnir at nýta teldu til próvtøkuna.

Nú hevur skúlin ikki so nógvar teldur, at hann kann útvega næmingunum eina í part. Skúlin hevur tí gjørt av, at til próvtøkuna hava næmingar sína egnu teldu við. Henda skipan hevur riggað sera væl, helst nú, tá tey flestu kunnu útvega sær eina farteldu.

Innan telduheimin gongur menningin sera skjótt - ja, onkur heldur alt ov skjótt - so tað er mangan ringt at gera av, hvørja telduútgerð tú skalt úvega tær. Nevnast kann, at tá byrjað varð í 2001, var ikki ein fartelda og umleið ein helvt av næmingunum vildu heldur skriva við penni. Til terminsroyndina fyri jól 2007, varð bert skrivað á farteldu.

Petur Jákupsson, varaskúlastjóri

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00