Skip to content
Veks skriftstødd Minka skriftstødd Vanlig skriftstødd   

Flash Rotator

OOPS. Your Flash player is missing or outdated.Click here to update your player so you can see this content.

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28
  • Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.00-12.00

Reglugerð Prenta E-post

Reglugerð fyri dagstovnin í Sjóvar kommunu


§ 1

Kommunalur stovnur

Dagstovnurin á Strondum er ein kommunalur stovnur, góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.


§ 2

Endamál stovnsins


1. stk.

Endamál stovnsins er gerandisdagar í dagtímunum at hava umsorgan fyri, menna og menta børnum aldrinum frá 6 mánaðir til og við 2. flokk, ið hava bústað í Sjóvar kommunu.

Stovnurin verður rikin í einum kristnum anda, í tryggum umhvørvi og á námsfrøðiligan fullgóðan hátt.


2. stk.

Javnstilla við 1. stk., er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av likamligum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.


§ 3

Foreldraráð


1. stk.

Fyri stovnin skal veljast eitt foreldraráð, sum skal geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal á ein positivan hátt arbeiða fyri, at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini, stovnin og kommununa.


2. stk.

Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri tvey ár. Fyri hvønn lim, verður ein varlimur valdur.


3. stk.

Ráðið skal verða umboðað av foreldrum, sum hava børn á stovninum.


4. stk.

Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.



§ 4

Setanarviðurskiftir og uppgávubýti


1. stk.

Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins, setir kommunan ein leiðara og ein varðaleiðara við námsfrøðiligari útbúgving.

Setanarbólkur við dagstovnaleiðaranum, varaleiðaranum, álitisfólkinum og formanninum, ella øðrum umboði í Trivnaðarnevndini, fólk í starv og sigur fólk úr starvi. Undantikið hesum er leiðarin og varaleiðarin á stovninum, sum verða sett og søgd úr starvi av kommunustýrinum.

Størvini skulu lýsast leys alment. Fólk, sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.


2. stk.

Stovnurin hevur opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at stovnurin kann hava opið alt samdøgnið ella í vikuskiftunum sambært § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, um dagstovnar og dagrøkt.

Leiðarin skal hava boð innan 1. mai, nær barnið skal í summarfrí. Barnið skal hava frí minst 4 vikur um árið, harav 3 vikur er samanhangandi um summari og ein vika um veturin.


3. stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.


4. stk.

Sjóvar kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000, seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, um dagstovnar og dagrøkt.


5. stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av, at gjaldið, ið foreldrini skulu lata, verður kravt og førir leiðarin í samstarvi við annað starvsfólk hjáverðubók, har tað hvønn dag verður sagt frá, hvørji børn eru komin.


6. stk.

Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.


7. stk.

Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.fr.. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í trá við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.



8 stk.

Leiðarin hevur ábyrgdina av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir uppfatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur so sum sáttmáli o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til Almanna- og Heilsumálaráðið.



9. stk.

Er talan um størri útveganir, fer keypið fram eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommunustýrið til støðutakan.


10. stk.

Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkendu fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Sjóvar kommunu.



§ 5

Fíggjarætlan


Tað áliggur leiðaranum, saman við kommunalu fyrisitingini, at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri kommunustýrið til viðmerkingar og góðkenningar. Kommunan velur ríkisgóðkendan ella skrásettan grannskoðara fyri stovnin.



§ 6

Uppsagnargrund


1. stk.

Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt nr. 6 frá 25. januar 1995, sum broytt við kunngerð nr. 84 frá 7. oktober 1999.


2. stk.

Um barnið er á bíðilista, hvørs tørvur verður mettur hægri enn tørvurin hjá upptiknum barni, er tað ikki uppsagnargrund.



§ 7


Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu kann broyta hesa reglugerð.

Reglugerðin er góðkend av kommunustýrinum fyri Sjóvar kommunu tann 2. august 2006


Malena Thomsen, borgarstjóri


( 26. aug 2010 )
 

Ruskplássið á Hulki

ruskplass

Kampingplássið á Selatrað

kampingvognur a Selatrad.jpg

Myndasavn