Skip to content
Veks skriftstødd Minka skriftstødd Vanlig skriftstødd   

Flash Rotator

OOPS. Your Flash player is missing or outdated.Click here to update your player so you can see this content.

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28
  • Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.00-12.00

Skúlin Prenta E-post

Fyrsti skúlin á Strondum varð bygdur í 1887.

Frammanundan var skúli hildin í sethúsunum hjá Niels oman fyri Hoygarð. Lærari var Johs. Petersen í Saltnesi.

Í 1876 verður lærari settur í Sjóvar sókn. Tað er Jógvan Poulsen, sum kemur at halda skúla á Strondum, Skála og Selatrað. Hann er lærari til 1917, tá kemur Jóhan Poulsen, og er hann einalærari til1933, tá Chr Høj verður settur annarlærari. Í 1958 fer Jóhan Poulsen frá, Chr Høj verður 1.lærari og Edmund í Garði 2.lærari.

Frá 1933 til 63 eru 4 flokkar á Strondum. Øll hesi árini er tímatalvan óbroytt, t.v.s. teir báðir lærararnir hava tær somu lærugreinarnar í teimum ávísu flokkunum. Í 1963 kemur ein flokkur aftrat og í 66 aftur ein.

Tá koma Ámundur Berthelsen og Hjalgrím Poulsen til skúlan. Selatraðarskúli verður niðurlagdur í 1969, tá skúlin verður bygdur á Strondum og Magnus Nielsen, einalærari, kemur út í Stranda skúla at arbeiða.

Í 1969 varð, sum sagt, nýggjur skúli tikin í brúk á Strondum, og hevur hann eisini framhaldsdeild.

Umframt næmingar úr Sjóvar kommunu, so koma eisini næmingar av Skála, Skálafirði, Oyndarfirði og Hellunum at ganga í skúlanum.

Í 1984 varð vaksið um skúlan, so nú vóru munandi betri umstøður.

Í Stranda skúla ganga nú 188 næmingar og 22 lærarar arbeiða í skúlanum.

Umframt vanliga undirvísing er eisini tónleikaundirvísing í skúlanum.

Heimasíðan hjá Stranda skúla er: www.skulin.fo/str


( 23. apr 2010 )