Kontonummur:
Avgreiðslutíðir:
| Ítróttur |
|
|
|
St.Í.F:
St.Í.F. varð stovnað 1942 St.Í.F. er eitt hondbóltsfelag við um 250 íðkandi limum líka frá 5-ára aldri. St.Í.F. 1. deild menn hava verið í steypafinaluni, 8 ferðir. Teir hava vunnið 5 ferðir.
Strálan: Ungmannafelagið Strálan varð stovnað 1989 og hevur 450 limir. Strálan leigar kjallarahæddina í bygdahúsinum, sum er opin fyri ungdóminum hvørt kvøld. Felagið eigur góða ljóðútgerð til diskotek, harumframt plaga teir eisini at vísa fótbóltsdystir á stórskýggja. Eisini hevur Strálan venjingarhøli í bygdahúsinum. Har útgerð s.s. 4 Consept 2 rógvimaskinur, TechnoGym renniband, Kettler multi-center venjingarbonkur, spinnari og onnur venjingarútgerð er tøk. Møguleiki er at keypa sær lykil fyri kr. 150 um mánaðin, og so íðkað óavmarkað í venjingarhølunum. Eisini kann keypast serligur familjupakki. Í 1991 fekk felagið sær kappróðrarbátin Stráluna. Seksmannafarið Strálan hevur verið mannað við monnum og onkur ár við kvinnum. Menninir hava verið føroyameistarar 4 ferðir, tað var í 1991, 1992, 2000 og 2001. Í 200x fekk felagið eitt nýtt seksmannafar, sum fekk navnið Strálan. "gamla Strálan" hevur fingið navnið: Stjørnan. Eisini hevur felagið fingið eitt nýtt fimmannafar, íð eitur Strípan.
Strálan skipar regluliga fyri sjavskappingum. Nakrar ferðir um árið hevur Strálan skipað fyri stórdansi og konsertum og øðrum tiltøkum ungdóminum til gaman.
|
|
| ( 18. mar 2009 ) |