Skip to content
Veks skriftstødd Minka skriftstødd Vanlig skriftstødd   

Flash Rotator

OOPS. Your Flash player is missing or outdated.Click here to update your player so you can see this content.

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28
  • Henda epost-addressan er vard í móti spam bots, tú skal loyva Javascripts fyri at síggja hana.

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.00-12.00

Átrúnaður Prenta E-post

Sjóvar kirkja:

Á Strondum er Sjóvar kirkja, sum er bygd í 1834, og er sostatt fimt- elsta kirkja í landinum.


Hon er vøkur trækirkja, hevur flagtekju, uttan er hon svørt, við hvítari grund við hvítum vindeygum, huðrum og torni. Innan er kirkjan ómálað, kórveggir, altarringur og rimaverkið uppi á loftinum er vakurt útskorið.

Altartalvan er frá 1904, sum vísir Jesus í Getsemane. Doypifatið er frá 1795. Kirkjan hevur pípuorgul, sum Verland Johansen hevur gjørt, sum seinri er útbygt.

Vaksið varð um kirkjuna í 1978. Hetta arbeiðið gjørdu Carl Andreasen og Edmund Gærdum.


Selatraðar kirkja:

Selatraðar kirkja er vígd 23. januar 1927, Steingrím Winter teknaði.

Hon er stoypt og málað hvít. Betongarbeiðið hevur bygdafólkið gjørt ókeypis við formonnum úr Lorvík. Verkstaðurin hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen úr Miðvági hevur staðið fyri timbur- og málaraarbeiðinum.

Altartalvan er málað av Niels Kruse, hon vísir Jesus tálma illveðrið á Tangafirði. Eisini hevur hann gjørt alt prýðið í kirkjuni.

Í samband við 80 ára hátíðarhaldið hjá kirkjuni, hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, íð er abbadóttir Niels Kruse, redekorerað ymist í kirkjuni.


Missiónshúsið á Strondum:

Missiónshúsið á Strondum varð bygt í 1936.

Missiónshúsið er sera virkið. Har er barnakór, barnaringur, ungdómskór, sjómanskvinnuringur, sunnudagsskúli, juniormøtir, ungdómsmøtir og vanligir fundir annars. 


Minnisvarðin:

Minnisvarðin yvir sjólátin varð vígdur 1. november 1976.

Tað vóru Hanna Abrahamsen og Tinna Abrahamsen ið tóku stig til, at minnisvarði skuldi verða gjørdur á Strondum. Tær høvdu báðar mist mannin undir krígnum.

Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, hevur gjørt minnisvarðan, sum stendur úti á Raktanga.

Í nevndini fyri minnisvarðan sita:

Artur Johansen, formaður, Saloma Thomsen, Sonja Rasmussen, Petur Magnusson, John Thomsen, Saron og Sigrid Jacobsen og Jóhanna Sofía Jensen.

Minningarhald teirra sjólátnu er hvønn 1. november.

( 15. jan 2010 )
 

Ruskplássið á Hulki

ruskplass

Kampingplássið á Selatrað

kampingvognur a Selatrad.jpg

Myndasavn