Kontonummur:
Avgreiðslutíðir:
| Havnir og bátahylar |
|
|
|
Um havnirnar: Sjóvar Havn fevnur um havnaløgini á Hulki, í Heygstøð, í Langanesi og á Selatrað.
Í Heygstøð er atløgusíða uppá 170 mtr. við 6 m. dýpið.
Í Langanesi er atløgusíða uppá 73 mtr., við tilhoyrandi ferjulegu, har er 4 - 5 m. dýpið.
Á Hulki eru tvey havnaløg, tað norðara havnalagið hevur eina atløgusíðu uppá 110 m., og eitt dýpið uppá 6-7 m. Tað sunnara havnalagið hevur eina atløgusíðu uppá 50 m. við 8 m. dýpi.
Á Selatrað er atløgusíða uppá 20 metrar og dýpið er 4,5 m.
Bátahylar: 3 bátahylar eru í kommununi, sum eru útgjørdir við ankringsteymum, vatni og ravmagni. Í Heygsstøð er bátahylurin útbygdur í jan. 2007, so betri umstøður eru fyri stórum bátum sum fáast við útróður. Beint við liggur egningarmiðstøðin hjá kommununi, har møguleiki er at leiga seg inn. Pláss er eisini fyri smábátum við flótibrúgvarnar.
Á Selatrað er pláss fyri 15 smábátum.
Andersens Beding er í Heygstøð á Strondum, hendan beding klárar bátar upp til uml. 80 tons. |
|
| ( 23. mai 2008 ) |