|
Kunngerð um rudding
Sjóvar kommuna hevur avgjørt, at bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi standa á almennum ella privatum økjum, skulu verða beind burtur og latin góðkendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjóvi, fram við vegi ella aðrastaðni.
Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina tey burtur sum skjótast.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
|
|
( 18. nov 2009 )
|